Í Tokuni lyrics

by

Eivør


[Verse 1]
Gangi í tokuni
Eina í djúpu kvirruni
Síggi ongar varðar
Burtur allir garðar
Rópi men eingin svarar

[Verse 2]
Inn ímillum gloppini
Í mjørkaklæddu náttini
Hómi eg skuggar
Tykist sum okkurt rørir seg har
Rópi men eingin svarar mær

[Chorus]
Vinur, vinur sært tú meg?
Gangi her í tokuni
Hevur tú reikað líka sum eg
Í deyðadjúpu kvirruni?

[Verse 3]
Sást tú gøtuljósini
Lýsa í bygdini?
Sást tú hvat tey gjørdu har?
Minnist tú hvussu støðan var?
Leitaði nakar eftir mær?
[Chorus]
Vinur, vinur sært tú meg?
Gangi her í tokuni
Hevur tú reikað líka sum eg
Í deyðadjúpu kvirruni?

[Bridge]
Hevur tú eins og eg
Gingið í tokuni
Burturvilst frá slóðini
Ytst á fjallatromini?
Kennir tú hetta einsemið?

[Chorus]
Vinur, vinur skilur tú meg?
Veitst tú nakran loyniveg?
Hevur tú reikað líka sum eg
Í endaleysu óvissuni?
Vinur, vinur skilur tú meg?
Veitst tú ongan loyniveg?
Hevur tú reikað líka sum eg
Í endaleysu tokuni?
A B C D E F G H I J K L M N O P Q R S T U V W X Y Z #
Copyright © 2012 - 2021 BeeLyrics.Net