Brotin lyrics

by

Eivør Pálsdóttir


Tú ert brotin
Farin í tvíningar
Veingjaskotin
Finnur onga meining í nøkrum
Kennir teg læstan fastan í fjøtrum

Hvussu loysir tú
Henda sálarknút?
Hvussu brýtur tú út
Ímillum tær trongu rimarnar
Út í ein opnan heim sum rúmar tær?

Dansa vilt í náttini svørtu
Kenna ikki morgunin enn
Okkara brotnu hjørtu
Taka eitt fet í senn

Eg veit at tú
Ert ikki ólíkur mær
Undir hyljandi húð
Vovin úr sama vevnaði
Tráandi eftir eydnuni eins og eg

Dansa vilt í náttini reyðu
Kenna ikki morgunin enn
Berjast ímóti streyminum
Taka eitt fet í senn
Dansa vilt í náttini reyðu
Síggja ikki sólina enn
Ongantíð vóru vit eins og tey
Vit taka eitt fet í senn
Vit taka eitt fet í senn
A B C D E F G H I J K L M N O P Q R S T U V W X Y Z #
Copyright © 2012 - 2021 BeeLyrics.Net